Nú eru rebelskar gentur á føroyskum!
Góðanáttsøgur til rebelskar gentur er ein verkætlan, sum tær báðar Elena Favilli og Francesca Cavallo hava staðið fyri. Bókin er eitt úrslit av einum hópfíggingartiltaki, sum tær báðar settu í gongd á Kickstarter.
Tað vísti seg, at áhugin fyri bókini var so methøgur, at pengar bara streymaðu inn og breyt øll met um hópfígging av bókmentum á netinum.
Bókin kom út í 2016, og nú er hon so at fáa á føroyskum. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur latið hana týða og og hevur givið út.
Í bókini kanst tú lesa um 100 kvinnur úr allari verðini: journalistar, politikarar, drotningar, rithøvundar, rokkstjørnur, teldufrøðingar, ballettdansarinnur, vísindafólk og mangar, mangar aðrar. Ein mynd er teknað av øllum kvinnunum. Tað eru listakvinnur úr allari verðini, sum hava myndprýtt. Bókin hevur selt meira enn eina millión eintøk og er higartil týdd til 30 mál.
Um tað álitið, sum varð víst rithøvundunum, tá fólk í hópatali stuðlaðu útgávuni av bókini, siga tær báðar:
- Hetta stóra álitið er ikki nakað, kvinnur sleppa at uppliva serliga ofta. Vit taka tað ikki fyri givið. Hvussu kunnu vit tað? Flestu av teimum serstøku kvinnunum í hesari bókini upplivdu ongantíð slíkt álit. Uttan mun til hvussu týdningarmiklar teirra uppdagingar, teirra djørvu ævintýr, vavið av teirra gávum - so vóru tær alla tíðina undirmettar, gloymdar, í nøkrum førum næstan strikaðar úr søguni.
Rithøvundarnir venda sær fyrst og fremst til gentur: Tað hevur týdning, at gentur skilja forðingarnar, sum liggja framman fyri tær. Tað er líka so týdningarmikið, at tær vita, at tað ber til at vinna á hesum forðingunum. At tær ikki bara kunnu finna ein máta at basa teimum, men at tær kunnu beina hesar forðingarnar burtur fyri tær, sum koma aftaná teimum, júst sum hesar stóru kvinnurnar hava gjørt.
Bókin hevur gingið sigursgongd um allan heim, og tað vísir seg, at tað ikki bara eru gentur, sum lesa bókina, men sanniliga eisini dreingir!
Bókin er 212 bls. og er innbundin við lesibandi. Marna Jacobsen hevur týtt bókina. Hon er egnað sum lesnaður hjá bæði smáum og stórum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald