Innanlands

Góður kilometur eftir at spreingja

Tunnilin skal eftir ætlan vera liðugur næsta ár

2019-03-11 13:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur væl at bora Eysturoyartunnilin, og nú eru 10.025 metrar av 11.250 metrum sprongdir.

Hetta upplýsir Eysturoyartunnilin í dag.

Til samans 139 metrar vórðu sprongdir í síðstu viku. Á Hvítanesi vóru 58 metrar sprongdir, og í alt eru 4.779 metrar sprongdir frá Streymoyarlandinum.

Frá rundkoyringini móti Hvítanesi vóru sprongdir 29 metrar, og har eru tilsamans springdir 1.805 metrar.

Frá rundkoyringini móti Rókini vóru í síðstu viku sprongdir 52 metrar, og í alt eru har sprongdir 1.816 metrar.

Ætlanin er at tunnilin skal vera liðugur í 2020.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder