2019-02-19 07:06
Í farnu viku skipaði Eysturoyar Handverksmeistarafelag fyri limatiltaki um setanarviðurskiftir og setanarprógv
Á fundinum var kunnað um nýggja sáttmálan við handverkarafeløgini, sum var gjørdur í oktober fyri tey næstu tvey árini.
Eisini varð kunnað um setanarprógv. Lógin um setanarprógv sigur, at øll starvsfólk, ið eru sett í starv meira enn ein mánaða, og sum í miðal arbeiða meira enn 8 tímar um vikuna, skulu hava eitt setanarprógv, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald