8. mai verður skipað fyri stórum tónleikatiltaki við Gjógv. G!ógv verður tiltakið kallað, og sum heitið vísir, so er G! Festivalurin ein leiklut, nevniliga sum fyriskipari av tónleikinum.
Annars er tað Gjáargarður, sum er stigtakari í samstarvi við G!Festivalin.
Á skránni verða Hallur Joensen, Marius Ziska, Robert McBirnie, Kim Hansen og føroyski balkan bólkurin Flytifólk.
Konsertirnar verða uttan fyri Gjáargarð, har høvið er at keypa okkurt til matna, ið eisini kann njótast í Roykstovuni. Á matstovuni á Gjáargarði verður bjóðað ein serlig matskrá til gistandi gestir.
Uttandura konsertirnar enda á miðnátt, men veitslan heldur fram til klokkan 2, har Kim Hansen fer at undirhalda við tónleiki í roykstovuni á ovastu hædd á Gjáargarði.
Tiltakið byrjar kl. 18 og endar kl. 2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald