Mentan

Gomlu træskipi enda Flaggsiglingina komandi dagarnar

Skrúðgonga, gudstænasta og annað verður

2019-06-20 20:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gomlu træskipi enda Flaggsiglingina komandi dagarnar.

Siglt verður á Toftir í morgin, fríggjadagin 21. juni, har komi verður kl. 19 – sí skrá á heimasíðuni hjá Tofta kommunu.

Av Toftum verður siglt á Tvøroyri, har gomlu træskipi verða partur av Jóansøkuni – sí Jóansøku skrá á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.

Sunnudagin 23. juni verður Merkisgudstænasta í Fámjin

Farið verður í skrúðgongu, úr túninum har barnaheimið hjá Jens Olivuri var. Mouritz Mohr, merkisberari gongur á odda við MERKINUM, sum hann bar í Keypmannahavn og í Nordmandsdalinum.

Aftaná fylgja Jógvan Fríðriksson, bispur og Jónsvein Bech, sóknarprestur. Síðani kemur kirkjuliðið.

Skrúðgongan fer í kirkjuna, har merkisberarin stendur við MERKINUM undir gudstænastuni.

Felagið Føroysk Træseglskip

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder