
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, vitjaði í gjár fornfrøðiliga útgrevsturin á Sondum á Sandi.
Fleiri av týdningarmiklu fornminnum okkara liggja fram við sjóvarmálanum, har tey eru í vanda fyri at fara í havið. Í summum førum ber til at gera bakkaverjur at verja fornminnini, men í øðrum førum, sum á Sondum á Sandi, ber illa til at gera bakkaverjur, ið halda meira enn nøkur fá ár, og tí hevur Tjóðsavnið í hesum førinum mett, at tað er rættast at grava fornminnini út.
– Tað er umráðandi, at vit fáa til høldar so nógva vitan sum gjørligt um tær allar fyrstu búsetingar í Føroyum. Eg eri tí sera fegin um, at Tjóðsavnið er farið undir útgrevsturin á Sondum, ið vónandi kann gera okkum nýggja vitan um fyrstu búsetingarnar í Føroyum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Eitt grevstrarøki er latið upp, har fornfrøðingar frá Tjóðsavninum saman við fornfrøðingum og fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti arbeiða seg niður ígjøgnum fláirnar. Beint undir svørðinum er ein ferhyrntur bygningur komin til sjóndar. Bygningurin er úr nýggjari tíð, og hevur møguliga verið ein tarakøstur. Bygningurin verður skrásettur, og síðani verður farið longri niður fyri at koma niður á tey fornminni frá miðøld og víkingatíð, ið liggja í fláunum longri niðri.
Í bakkanum síggjast fláir við øsku og laðingum frá eldri búseting í miðøld og víkingatíð. Hesi fornminni vórðu kannað í 1994 og aftur í 2006–2007, tá smærri útgrevstrar vóru og C-14-royndir vórðu tiknar. Tíðarfestingarnar, ið vóru gjørdar av byggkornum við C-14-royndum, vístu, at fólk hava vitjað í oyggjunum millum ár 300–500 og millum ár 500–700, sum er í minsta lagi 300 ár áðrenn norrøna landnámið, sum var um ár 800.
Gróthúsið, sum stóð ytst á bakkanum á Sondum á Sandi, og var í stórum vanda fyri at fara í havið, er flutt longri inn í lendið og verður bygt upp aftur. Tað er Tummas Pauli Olsen úr Húsavík, ið laðar gróthúsið upp av nýggjum.
Fornfrøðiligi útgrevsturin á Sondum er eitt samstarv millum Tjóðsavnið og Aarhus Universitet. At hjálpa við útgrevstrinum í ár eru 14 fornfrøðilesandi frá Aarhus Universiteti. Útgrevsturin heldur fram komandi tvær vikurnar, og ætlanin er at halda fram við útgrevstrinum næsta ár.
Almanna- og mentamálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald