Innanlands

Gongd sett á trivnaðarøkið í Hósvík

Nýggja trivnaðarøkið skal binda saman og verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár

Trivnaðarøkið hevur verið í útboði, og fyritøkan Grønt og Grátt kemur at standa fyri arbeiðinum (Mynd: sunda.fo)

Trivnaðarøkið hevur verið í útboði, og fyritøkan Grønt og Grátt kemur at standa fyri arbeiðinum (Mynd: sunda.fo)

2024-09-19 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt nýtt trivnaðarøkið verður nú gjørt í Hósvík.

Sunda kommuna skrivar, at hetta nýggja trivnaðarøkið verður við vøllin. Málið er at binda sparkivøllin saman við nýggju stóru takterassuni, skúlanum og økið við dagstovnin í bygdini.

Trivnaðarøkið hevur verið í útboði, og fyritøkan Grønt og Grátt kemur at standa fyri arbeiðinum.

Arbeiðið er nú farið í gongd, og nýggja trivnaðarøkið verður eftir ætlan latið kommununi seinni í ár, slrivar sunda.fo.

[object Object]
Jógvan Kruse loysir fyrsta flagið 

[object Object]Borgarstjórin saman við umboðum frá Grønt og Grátt

[object Object]Myndir: sunda.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder