Innanlands

Gongufelagið í Havn 30 ára stovningardag

Í gjár varð skipað fyri túri niðan í Risastovu fyri at hátíðarhalda, at 30 ár vórðu liðin, síðan felagið fór sín fyrsta gongutúr

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2023-05-22 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri hevði Gongufelagið í Havn 30 ára stovningardag, og í hesum sambandi var túrur niðan í Risastovu í gjár.

Ongantíð hava so nógv verið við til henda túrin áður. Gingið var frá skúlanum á Hamrinum og niðan til Risastovu í Glyvurshaganum, har øll samlaðust.

GHM spældi góðan horntónleik og borgarstjórin og Heini Nygaard hildu røður. Bette Johansen fekk herðaklapp frá borgarstjóranum fyri at hava tikið stig til gongufelagið í síni tíð, skrivar Tórshavnar kommuna.

- Tað er altíð ein frægd hjá mær sum borgarstjóra at sleppa at nýta gott av góða og ríka felagslívinum, sum er her í kommununi. Ikki tykkum at siga, so er tað ikki lítið av tíð og orku, eldsálir her í kommununi brúka fyri, at borgarar í høvuðsstaðnum kunnu hava tað gott. Takk fyri tað. Hetta arbeiðið kann ikki gerast upp og er gull vert fyri okkum øll. Gongufelagið í Havn er helst fyrsta skipaða gongufelag í landinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- 19. mai í 1993 fór gongubólkurin hjá Felagnum Tórshavn sin fyrsta gongutúr. Hetta var í tíðini áðrenn tað var modernað at ganga í fjøllunum, uttan so, at tú hevði jørð, seyð, fór eftir haru ella fugli. Og hetta var eisini áðrenn Fólkaheilsuráðið og øll tey góðu ráðini um at verða virkin, segði hann m.a.

- Tit hava verið frammanfyri tykkara tíð. Síðani fyrsta túrin fyri 30 árum síðani, eru nógv fet gingin. Ikki færri enn einar 40 túrar um árið, er tað blivið til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder