Innanlands

Gongur ikki sum ætlað hjá SEV

Eingin streymur hevur verið í meginøkinum síðani beint eftir klokkan 22, og tað hevur gingið striltið at fáa alt upp at koyra aftur. Helst gongur ein tími afturat

2023-02-07 23:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síðani streymurin fór um alt meginøkið beint eftir klokkan 22 hevur gingið striltið hjá SEV at fáa alt upp at koyra aftur.

Vakthavandi á SEV sigur við Kringvarpið, at fleiri fylgjandi óhapp hava verið, nú roynt hevur verið at fingið streymveitingina aftur.

Tá streymurin fór klokkan 22 væntaði SEV, at tað fór at taka ein tíma áðrenn øll høvdu streym aftur. Og tað gekk heldur ikki long tíð áðrenn partur av Sundalagnum hevði streym aftur, men gleðin var stokkutt.

Tað kann ganga ein tími áðrenn streymurin er aftur, men ymiskir trupulleikar kunnu stinga seg upp, og gera, at tað tekur eina løtu afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder