Innanlands

Gongur niður á bakka hjá Akseli

Bárður á Steig Nielsen stendur seg best í løgmansstríðnum, men hjá javnaðarløgmanninum gongur skeivan veg. Beinir Johannesen vinnur fram

Løgmaður, Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

Løgmaður, Aksel V. Johannesen (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-18 18:14 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

28,1 prosent vilja hava sambandsformannin Bárð á Steig Nielsen til løgmann, meðan tað gongur skeivan veg hjá núverandi løgmanni, Akseli V. Johannesen.

Tað vísir veljarakanningin, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti í síðstu viku.

Í november í fjør hildu 35,4 prosent av veljarunum at Aksel skuldi vera komandi løgmaður. Í juni 2022 var hetta talið heilt uppi á 39 prosentum.

[object Object]teir tríggir, sum í løtuni kappast í løgmansstríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Men nú Aksel hevur sitið í løgmanssessinum í góðar tíggju mánaðir, fær hann bert undirtøku frá 25,1 prosentum av veljarunum.

Spyr.fo kanningin vísir enn einaferð, at tað slítur hart upp á umdømið at sita sum løgmaður. Tað, ið vit fyrr kendu sum løgmanseffektin – hetta at sitandi løgmaður kundi styrkja sítt umdømi og harvið sína leiðarastøðu – tykist ikki at vera galdandi longur.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder