2019-03-07 14:22
Nógv fleiri ferðast eftir Marknagilsvegnum, nú Glasir er latin upp. Og tí verður Marknagilsvegurin breiðkaður í løtuni. Arbeiðið gongur sum ætlað.
Vegastrekkið frá Dánjalstrøð til Gráastein verður uppstigað soleiðis, at ein eyka koyribreyt verður gjørd. Tá ið arbeiðið er liðugt móti ársenda, er ein breyt til høgra- og vinstrasneiðing komin aftrat við vegamótini inn til økið hjá Glasi.
Í løtuni umleggja teir teknisku leiðingarnar. Talan er um eitt sera umfatandi umleggingararbeiði. Síðani verður farið undir at asfaltera. Tá ið hetta arbeiðið er gjørt, fer ferðslan niðanum, har arbeiðsøkið er nú. Og so verður farið undir at gera seinasta part av arbeiðinum.
Hóast sera nógva ferðslu á leiðini, hevur hetta ikki darvað arbeiðinum stórvegis, skrivar kommunan á heimasíðuni. Felagið Konsax ger arbeiðið. HMP er ráðgevi, og Ráð hevur byggileiðsluna.
Ferðsluljós verða eisini sett upp við bæði vegamótini. Samlaði kostnaðurin fyri arbeiðið er 14.493.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald