Innanlands

Gongutúrarnir á Tvøroyri fyri 2019 fastlagdir

Átakið hevur samband við leiklutin hjá Tvøroyrar Kommunu í ABC-Verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum

2019-01-16 22:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Eins og undanfarin ár, so skipa Visit Suðuroy á Tvøroyri og Tvøroyrar Kommuna fyri almennum gongutúrum, við frásøgufólki.

Í ár verður soleiðis skipað fyri, at gongutúrur er seinasta leygardagin í hvørjum mánaði, burtursæð frá í juli (20/7) og desember(21/12). Frásøgufólk, ið vita um lokalumráðið, er við á hvørjum túri. Gongutúrarnir hava verið sera væl umtóktir og vóna verður, at fólk fara at taka væl ímóti átakinum.

Átakið hevur beinleiðis samband við leiklutin hjá Tvøroyrar Kommunu í ABC-Verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, hvørs endamál er at “vera virkin, vera saman og vera hugbundin”, skrivar kommunan.

Fyrsti túrur verður longu nú 26. Januar, um viðrar. Skráin fyri 2019 sæst á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu kann annars fáast á pappíri, á Visit Suðuroy á Tvøroyri og í handlum, kaféum og matstovum í kommununi.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder