Innanlands

Gott veður í kvøld og í morgin

Veðrið restina av degnum og í morgin verður stilt og turt

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-03-07 15:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Veðrið vísir seg frá síni betri síðu hesar dagarnar. Í dag er gul til frískur vindur av norðuri, millum 5 og 9 m/s. Einki avfall og hitin um 2 til 3 hitastig.

Í morgin er eisini stilt tað mesta av døgninum. Hann er gul til andøvsgul av norðuri og landnyrðingi, millum 4 og 9 m/s, fram til klokkan 16. Hann veksur síðani í vindinum upp til strúkur í vindi av vestri, um 13 m/s, tað sum eftir er av døgninum. Um kvøldið er eitt sindur av avfalli, um 5 mm. Hitin um 2 til 4 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder