
Nú sunnukvøldð 18. desember klokkan 19.30 verður einasta høvið í ár at hoyra samlaðu jólaskránna hjá Gøtu Kirkju Ungdómskóri.
Skráin er fjølbroytt, við klassiskum og nýklassiskum jólaløgum-/verkum, men tað er eisini vert at framhevja Italienska tónaskaldið Giovanni Gabrieli, ið livdi frá 1554-1612, við sínum meistaraverki Jubilate Deo í fullari útgávu, ið er skrivað fyri dupultkór, har kórið verður deilt upp í 2 sjálvstøðug kór.
Eisini kemur nýstovnaða Gøtu Kirkju Barnakór at luttaka. Hetta kórið eru vit sera fegin um, og kemur tað vónandi at skapa eitt gott grundarlag undir kórsanginum í Gøtu kirkju í framtíðini.
Vert er eisini at minna á, at kirkjan plagar at vera stúgvandi full, so tað snýr seg um at møta tíðliga, um rætta plássið skal fáast. Kórið hevur vant nógv til konsertina og verður, sum altíð, sera væl fyrireika til at geva áhoyrarunum tí best møguligu jólakonsertina.
Les eisini: Gøtu Kirkju Ungdomskór syngur jólini inn sunnukvøldið
Umframt kórið hava nakrir tónleikarar ein leiklut saman við kórinum. Hesi eru: Rúni Hentze á Trompet, Karina og Lý Petersen, Klarinett Frida Hammer og Kristina Steingrund á klaver.
Kórleiðari og organistur verður Símun Hammer
Kirkjukonsertir eru ókeypis, men tað verður høvi at lata eina gávu til virksemið hjá kórinum Eftir jólakonsertina verður bjóða til ein drekkamunn.
Gøtu Kirkju Ungdómskór
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald