Mentan

Goym meg – nýtt staklag frá Lailu av Reyni

Hetta er fyrsta lagið hjá Lailu, síðan hon í 2019 gav út lagið YouYou

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-28 12:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast Laila av Reyni ikki er so nógv frammi á tónleikaøkinum sum áður, so kemur við jøvnum millumbilum nýtt tilfar frá henni. Nú er kortini langt síðani. Seinast var í 2019, tá lagi YouYou kom út – og bleiv væl móttikið.

Men nú kemur aftur eitt staklag frá henni. Tað er lagið Goym Meg, sum er úrslit av einum samstarvi millum Lailu, Gunnar G. Guttesen og Hans Poulsen.

Ein av orsøkunum til, at nærum trý ár er gingin millum tey seinastu løgini, er, at Laila, sum so nógvir aðrir føroyingar, er rakt av fjallabasilluni. Hon hevur sett sær fyri at fáa allar teir 340 fjallatopparnar undir sollarnar, og tí er frítíðin farin til tað heldur enn til tónleikin.

Nú er málið um topparnar næstan nátt. Um tað fer at hava við sær meir tónleik, vil hon kortini ikki lova.

“Eg fari ið hvussu er at hava meir tíð. Og mann fær eisini íblástur av at ganga í fjøllunum, so hvør veit”, sigur hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder