2022-03-11 15:04
Grækarismessuhaldið í Havn verður sunnudagin. Fyriskipararnir frøast at kunna bjóða øllum oman á Vaglið aftur uttan avmarkingar vegna koronu.
Skrúðgongan byrjar undir Bryggjubakka klokkan 15, tá skótar, úlvar og títtlingar úr skótaliðunum í Havn fara til gongu. Gingið verður niðan um Finsen eftir Tróndargøtu og síðani oman á Vaglið eftir Niels Finsens gøtu.
Hornorkestrið spælir nøkur løg, og síðani fer Jóhann Mortensen at flyta fram røðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald