Innanlands

Grækarismessuhaldið ávirkar ferðsluna

Í sambandi við fyrireikingar til grækarismessuhald í Havn boðar Tórshavnar kommuna frá, at parkeringsøkið á Vaglinum verður stongt frá leygarkvøldinum kl. 20 til sunnudagin kl. 16, og eisini eru fleiri gøtur stongdar sunnudag seinnapart

2023-03-11 14:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við fyrireikingar til grækarismessuhald sunnudagin 12. mars, verður parkeringsøkið á Vaglinum stongt fyri allari ferðslu og parkering frá leygarkvøldinum 11. mars klokkan 20 til sunnudagin 12. mars klokkan 16.

Sunnudagin 12. mars verða Niels Finsens gøta, frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Mylnugøta somuleiðis stongdar fyri allari ferðslu frá kl. 14.30 til 16.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder