Innanlands

Grannakaffi og føroyskur tónleikur

Tríggir sangarar fara at undirhalda til Grannakaffi í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin

Ingun Háberg

Ingun Háberg

2023-03-08 18:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tiltakið Grannakaffi, sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin, er samstundis eisini ein syng føroyskt dagur, tí til tiltakið koma fleiri sangar og tónleikarar at framføra.

Ingun Háberg hevur sett ein vársang á skránna til Grannakaffi. Ingun spælir og syngur nógv, bæði privat og í starvinum í Vágs skúla. Á jólum sang hon kórrødd til flottu jólakonsertina í SALT. 

Annar, ið eisini kemur at syngja og spæla, er Dagfinn Olsen, ið eins og Ingun er lærari í Vágs skúla og nýtir nógva tíð at undirvísa í tónleiki og spæla tónleik í skúlanum eins og í frítíðini. Sangirnir Dagfinn kemur at syngja og spæla bera brá av sálmi og fólkatónleiki. 

Men tað eru ikki bara tilflytararnir Dagfinn og Ingun, ið koma at syngja tí lokali Rúni í Lágabø, sum javnan er at hoyra í ymiskum rásum, verður eisini partur av grannakaffitiltakinum, og fer hann at syngja ymiskt hann hevur latið úr hondum gjøgnum ár og dag.

Tiltakði Grannakaffi verður í Meinigheitshúsinum í Vági hósdagin 9. mars kl. 15 til 18.30 og tónleikaframførslurnar eru millum kl. 16 og 17.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder