Innanlands

Grannarnir sleppa at siga sína meining

Tórshavnar kommuna greiðir grannunum frá verkætlanini

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-03-26 14:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í desember í fjør gjørdi Tórshavnar kommuna avtalu við SNA um projektering av langhyli í Gundadali. Langhylurin skal byggjast vestanfyri verandi svimjihøll og ætlandi skal setast gongd á byggibúning og bygging í seinnu helvt av komandi ári.

Tórshavnar kommuna bjóðar nú íbúgvum í Poul Juelsgøtu og øðrum áhugaðum til kunningarfund, har greitt verður frá ætlaðu verkætlanini, umframt at høvið verður at seta spurningar.

Fundurin verður í morgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder