placeholder
Innanlands

Grannastríð: Stoypti garð fyri at forða grannanum í at parkera

Grannin varð dømdur at taka garðin niður, men hevur ikki gjørt tað. Niðurstøða í málinum kemur í fútarættinum í morgin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-24 18:10 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Grannastríð, ið longu hevur verið í rættinum fleiri ferðir, hevur aftur verið viðgjørt seinastu tíðina - hesaferð í fútararættinum. Og talan má sigast at vera um drúgva grannaósemju.

Longu í 2017 var mál í rættinum um vakmyndatól, sum tann eini grannin hevði sett upp á sínum øki. Løgreglan førdi mál ímóti manninum fyri at filma á økinum hjá hinum grannanum, men maðurin varð fríkendur. Grundin til, at hann hevði sett vakmyndatólið upp, var at tann eini grannin hevði hótt tey eftir lívinum. 

Les eisini: Frídømdur í máli um sjónbandaeftirlit 

Men talan er um mál í fleiri tættum. Millum annað hevði grannin, ið meldaði hin grannan fyri vakmyndatólið, stoypt garð, soleðis at grannin ikki slapp til parkeringsøkið hjá sær. Orsøkin var, at vegurin niðan til parkeringsøkið gongur ígjøgnum økið, hjá grannanum, sum stoypti garðin, samstundis sum partur av sjálvum parkeringsplássinum eisini liggur á økinum hjá sama granna. 

Tí vildi grannin, ið hevði mist atgongd til parkeringsøkið, hava Føroya Rætt at staðfesta rættin hjá sær til parkeringsøkið, ið hevði hoyrt til húsini hjá sær. Grannin, ið saksøkti, vildi eisini hava rættin at døma hin grannan til at taka garðin niður og at gjalda fyri hettar arbeiðið. Og rætturin tók undir við at garðurin skuldi takast niður, at húskið í húsunum hevði rætt til parkeringsøkið og at hin grannin skuldi gjalda fyri at taka garðin niður. 

Men hóast talan er um dóm frá oktobur í 2018, er garðurin ikki tikin niður enn. Og tí hevur málið seinastu tíðina verið fyri fútarættinum, ið kemur við úrskurði í morgin. Fútarætturin kann áleggja grannanum at taka garðin niður, eins og Føroya Rættur hevur dømt hann at gera. 

Føroya Rættur viðurkendi eisini í dóminum frá 2018, at talan var um áhaldandi grannastríð, men at krøvini um atgongd til parkeringsøkið ikki órímilig. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder