Uttanlands

Granskarar halda seg hava loyst gátuna um Bermuda-trýkantin

Harðir stormar møtast og skapa aldur, ið kunnu blíva yvir 30 metrar høgar

Mynd: Google

Mynd: Google

2018-08-03 12:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skip og flogfør, ið hvørva í mjørkanum, knapligt illveður og kumpassnálir, ið snara runt og runt.

Hetta er ein brotpartur av tí, sum gjøgnum meira enn 100 ár hevur verið við til at gera søguna um Bermuda-trýkantin.

Bermuda-trýkanturin er eitt geografiskt øki millum Florida, Bermuda og Puerto Rico.

Økið hevur í meira enn 100 ár verið kent fyri søgurnar um mongu skipini og flogførini, ið hvørva har uttan nakra veruliga orsøk. Fleiri enn 1000 fólk eru horvin á økinum.

Nú heldur ein bólkur av granskarum seg hava loyst gátuna.

Eftir at hava kannað økið í fleiri áratíggju, er niðurstøðan hjá teimum, at talan er um eitt sjáldsamt tó heilt natúrligt veðurfyribrigdi, sum er orsøkin til, at so nógv skip eru horvin.

Sambært granskarunum er talan um knappligar og harðligar aldur. Aldurnar kunnu blíva yvir 30 metrar høgar og standa upp undir serligum umstøðum, har vindurin kemur í fleiri ættum samstundis.

"Tað eru stormar úr suður og norður, ið møtast. Og um ein stormur úr Florida eisini kemur uppí, kann tað verða ein serstakliga vandamikil blanding, ið skapar harðligar aldur. Vit hava mátað aldur, ið gjørdust yvir 30 metrar høgar. Tess størri báturin er, tess meira skaði kann henda," sigur Simon Boxwall, granskari, ið stendur á odda fyri bólkin av bretskum granskarum, ið nú siga seg hava loyst gátuna um Bermuda.

Sigast skal, at fleiri granskarar og myndugleikar ikki halda, at talið av vanlukkum í Bermuda-trýkantinum er størri enn á øðrum økjum, har trafikkurin er líka stórur.

Amerikanska bjargingartænastan viðurkennir ikki Bermuda-trýkantin sum eitt serstakliga vandamikið øki fyri skip ella flogfør, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder