Innanlands

Granskarar úr útnorði vilja styrkja samstarvið

Grønland, Ísland og Føroyar hava eitt stórt havøki í felag og arbeiða við nógvum líknandi evnum.

Síðst í september savnaðust umleið 70 granskarar og onnur frá universitetum, granskingarstovnum og granskingarráðum í útnorði til eina samstarvsverkstovu í Norðurlandahúsinum

Síðst í september savnaðust umleið 70 granskarar og onnur frá universitetum, granskingarstovnum og granskingarráðum í útnorði til eina samstarvsverkstovu í Norðurlandahúsinum

2024-09-03 18:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Stórur áhugi er millum granskarar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi fyri at samstarva um granskingarverkætlanir. 

Síðst í september savnaðust umleið 70 granskarar og onnur frá universitetum, granskingarstovnum og granskingarráðum í útnorði til eina samstarvsverkstovu í Norðurlandahúsinum. 

Verkstovan hevði heitið GLISFO 2024 – Strengthening Regional Ties. Endamálið var at styrkja granskingarsamstarvið millum Grønland, Ísland og Føroyar, sum hava eitt stórt havøki í felag og arbeiða við nógvum líknandi evnum og evnum, ið birta upp undir hvørt annað.

Á skránni vóru framløgur, kjak og evnisverkstovur, og skipað varð eisini fyri samansjóvingartiltøkum. 

Stuðul til gransking í útnorði

Granskarar úr teimum trimum londunum í útnorði nýttu høvi á verkstovuni at fáa samband við aðrar granskarar, sum arbeiða við líknandi evnum. Eisini var stórur áhugi fyri tvørvísindaligum samstarvi.

Kjak var um ymisk mál, ið hava felags áhuga. Tosað varð millum annað um, hvussu granskarar kunnu  gagnnýta førleikar og tilfeingi hjá hvørjum øðrum, og hvussu neyvari samstarv kann styrkja økið í mun til luttøku í norðurlendskum og altjóða samstarvi. Stórur áhugi var eisini fyri at fáa eina stuðulsskipan, sum kann stuðla arbeiðinum at menna felags granskingarverkætlanir í útnorði. 

[object Object]

Samstarvið heldur fram

Luttakararnir á GLISFO verkstovuni vóru samdir um, at samstarvið um gransking í útnorði skal halda fram. Arbeitt verður við at skipa fyri eini felags ráðstevnu annaðhvørt ár, og eisini er ætlanin at hava felags tiltøk í sambandi við Arctic Circle ráðstevnuna, ið er í Reykjavík hvørt ár í oktober. 

Granskingarráðið skipaði fyri verkstovuni í samstarvi við granskingarráðini í Grønlandi og Íslandi og við íslendska Arktiska Samstarvsnetverkið. Hetta er fyrsta stóra felags tiltakið, síðani samstarvsavtalur vórðu gjørdar millum tey trý granskingarráðini í 2022 og 2023. 

Fleiri myndir frá verkstovuni í Norðurlandahúsinum síggjast HER

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder