Innanlands

Grasagarður stongdur tvær vikur í mai

Grasagarður verður stongdur frá 8. til 22. mai – Orsøkin er, at tað bar ikki til at planta í vetur, umframt at grasið skal sáast og skal hava nakrar vikur at koma fyri seg, soleiðis at tað kann vaksa upp ímillum hybridgrasið, sigur Tórshavnar kommuna

2023-04-29 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við arbeiði í Grasagarði er ætlanin at steingja garðin í 14 dagar frá 8. - 22. mai.

Hetta er orsakað av, at tað ikki bar til at planta í vetur, umframt at grasið skal sáast og skal hava nakrar vikur at koma fyri seg, soleiðis at tað kann vaksa upp ímillum hybridgrasið. Gróðursetingin og nøkur onnur smáarbeiði verða tí gjørd í hesum tíðarskeiðnum, skrivar Tórshavnar kommuna.

– Grasagarður er álagdur við hybridgrasi, sum er eitt eyðsæð val í mun til at fáa bæði tað grøna úttrykkið í miðbýin, eins og fyrimunin við kunstgrasi, sum er eitt trygt fallundirlag undir spælielementunum. Harumframt er hybridgrasið við til at styrkja og verja natúrgrasið, soleiðis at hetta fær bestu vakstrarumstøður og spæliplássið fær eina grøna og væl vaksna fløtu.

– Í Grasagarði er enn bert hybridgrasið álagt, tí ikki hevur verið møguligt at sáa í vetur.

Í sambandi við arbeiði, har sáast skal í hybridgras, verða øki vanliga stongd í eitt longri tíðarskeið – 4-6 vikur – so tvær vikur er avgørt í minna lagi, men tískil avgjørt neyðugt, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder