Innanlands

Gravgangur eftir gongutúri fyri friðing á Víkum

Tveir bussar fullsettir. Nú verður roynt at fáa ein triðja buss til túrin í morgin

2018-07-07 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder
Í morgin 8. juli kl. 13 byrjar gongutúrurin fyri friðing á Víkum, sum FNU skipar fyri.
 
Møguleiki hevur verið fyri at sleppa við bussi úr Havn til Vatnsoyrar, men neyðugt gjørdist at fáa ein eyka buss, og nú eru báðir bussarnir fullsettir. Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag heitir tí á fólk, sum ætla sær við á gongutúrin, um at koyra saman, so at allir bilar eisini verða fyltir.
 
Roynt verður tó at fáa ein buss afturat, og tí ber eisini til at skriva seg á ein lista fyri tey sum ynskja pláss við bussinum. Til ber at senda teldupost til [email protected].
 
Endamálið við túrinum er at heita á landsstýriskvinnuna í Heilsu- og innlendismálum og Yvirfriðingarnevndina um at varðveita náttúruna á Víkum, sigur felagið.
 
- Einki er at ivast í, at stóra undirtøkan endurspeglar tørvin á náttúrufriðing, og at fólk krevja at okkurt verður gjørt, sigur Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag.
 
Túrurin varir 5 tímar, so heitt verður á øll um at hava matpakka og góðar gangiskógvar við.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder