Næsta fríggjadag verður greitt hvør fær heiðurin sum ársins leiðari. Kosið verður bæði innan tað almenna og tað privata.
Synergi, sum skipar fyri tiltakinum, hevur júst kunngjørt hvørji trý eru í uppskotið í báðum bólkunum.
Topp 3 kandidatar innan tað almenna
Dennis Holm, borgarstjóri, Vágs kommuna
Hedvig Johansdóttir, stjóri Dugni
Joel undir Leitinum, stjóri Posta
Topp 3 kandidatar innan tað privata
Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri, SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri, Sprotin
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvørji gerast Ársins leiðarar 2019, hevur nú funnið fram til 3 sterk topp-kandidatar. Í dómsnevndini 2019 sita Christian Nagata, sjóri Sendistovan, Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.
- Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa, sigur Synergi.
Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2019, verður avdúkað klokkan 16 á Leiðaradegnum, sum verður fríggjadagin 25. januar 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald