Mentan

Greta Svabo á G!

Hon er áður tilnevnd eina Grammy virðisløn. Føroyska songkvinnan og sangskrivarin býr nú í Fraklandi

Greta Svabo Bech hevur áður staðið á palli á G! festivalinum

Greta Svabo Bech hevur áður staðið á palli á G! festivalinum

2025-02-25 10:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga avdúkar G! eitt nýtt navn hvønn týsdag hesa tíðina.

Hesa vikuna er Spæl Føroyskt vika, og tí sambandi avdúkar G!Festivalurin eitt nýtt navn hvønn dag - øll eru føroysk.

Nú er greitt, at Greta Svabo legst afturat føroyskum nøvnum sum Hall Joensen, Marius DC, Beinir og Benjamin Rajani.

Festivalurin skrivar, at Greta Svabo Bech í dag býr "úti á landinum" í Fraklandi, har hon skrivar egnan tónleik, sum hon tekur upp í vakra landslagnum. Ofta í túninum, bert við eini mikrofon og einum spolabandupptakara.

- Hon skrivar tíðarleysar sangir, sum hava heimsspekiligan og alvitandi dám. Og tá ið hon framförir á pallinum ert tú ikki í iva: Tú ert í rúmi við eini stjörnu.

Føroyska songkvinnan og sangskrivarin er áður tilnevnd eina Grammy virðisløn og hevur arbeitt á skeringum hjá heimskendu Deadmau5, The Bloody Beetroots, Cher og Ludovico Einaudi.

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder