Greta byrjaði 2019 við at útgeva tvey stakløg í februar, og nú letur hon eina EP úr hondum. Heitið á EP’ini er “Bones”. EP'in er ein uppsamling av fýra løgum, har minnisverd løg eru vovin inn í eitt elektróniskt landslag, sum bæði er sterk og kensluborin. Í ár breiðir Greta sínar røtur í tí elektróniska tónleikaumhvørvinum, har hennara samstarv við Deadmau5, The Bloody Beetroots og Ludovico Einaudi hava ført til yvir 150 milliónir stroymingar. Hetta vísir eitt gávuríkt fjølbroytni at røkka einum breiðum lurtaraskara.
Fyrsta staklagið “All My Bones” varð stroymt 250.000 ferðir fyrstu vikuna. Við lagnum ferðast Greta á myrkum elektróniskum gøtum, har hon skapar ein fullkomnan heim til sína eyðkendu og mjúku rødd. Her ger Greta eina ábending um komandi útgávur við riffum sum falla væl í oyra.
Hesin nýggi tónleikurin er byrjanin til eitt litríkt ár hjá Gretu við fleiri útgávum tiðliga í summar.
BONES løgini eru:
All My Bones
Before You Go
Numb
Hear the Melody
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald