Beint áðrenn páskir avdúkaði Greta Svabo Bech at hon hevði undirskrivað sáttmála við norska plátufelagið Propeller Recordings.
Hetta spennandi samaarbeiðið byrjaði við tí melankolska og lágmælta lagnum, “Breathe”, sum tað fyrsta í einari røð av fleiri útgávum. Nú er so tað næsta lagið klárt. ‘Dominoes’, sum er eitt meira up-tempo lag, hevði radio-premieru norska P13 mikudagin, og kemur alment út í dag 16. apríl.
Við á innspælingini hevur Greta fleiri góð fólk, m.a. multi-platinum-seljandi svenska framleiðaran og sangskrivaran Sebastian Furrer, ið m.a. hevur samarbeitt við Avicii, Kygo, Axwell & Ingrosso, Wyclef Jean, LP, 5 Seconds of Summer.
Um hetta sigur Greta:
- “Dominoes” snýr seg um ta stokkuta stundina, sum bæði er vøkur og veik og kortini dregur teg inn í sína gandakendu verð. Tilgongdin til sangin snarar um hetta hugskotið um vakurleikan og tað gandakenda í løtuni. Jú meira vit royndu at gera sangin “fulkomnan”, eftir at vit fyrst høvdu skrivað hann – jú meira leitaðu vit aftur til tað magiska í sanginum. Tann magiska kenslan er altavgerandi, tað er vakurleikin í tí ófulkomna og tí viðkvæma. Tað er menniskaligt at vera ófulkomin.
Dominoes kemur út í dag 16. april via Propeller Recordings, og kann takast niður her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald