Uttanlands

Greta Thunberg víst úr Ísrael

Hon og tríggir aðrir aktivistar vórðu send avstað í flogfari til Paris í morgun

Greta Thunberg avmyndað innan fráferðina (Mynd: EPA)

Greta Thunberg avmyndað innan fráferðina (Mynd: EPA)

2025-06-10 10:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Greta Thunberg og onnur mótmælisfólk vórðu handtikin, tá ísraelskar deildir fóru umborð á mótmælisbátin Madleen, sum var á veg til Gaza. Sambært írsaelska mannarættindafelagsskapin, Adelah, lótu tey seg handtaka uttan mótmæli.

Átta onnur mótmælisfólk sita framvegis í fongsli í eftir at tey kærdi avgerðina um at senda tey úr landinum. Tey skulu nú fyri rættin.

Madleen var á veg til Gazageiran við útgerð, tá báturin varð støðgaður av ísraelskum herfólkum mánanáttina. Madleen var tá stødd í altjóða sjógvi, skrivar finska kringvarpið, Yle. 

Les eisini: Ísraelski herurin tikið 'Madleen'

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder