Grikska stýrið ger nú enn eina roynd at fáa Týskland at gjalda endurgjald fyri nazistisku hersetingina av Grikkalandi undir 2. heimsbardaga.
Grikkaland var hersett frá 1941 til 1944, og útvið 300.000 grikkar lótu lív av krígsávum hesi árini.
Eini 60.-70.000 grikskir jødar lótu lív í hópskotdrápum og orsakað av øðrum brotsverkum. 25.000 aðrir grikkar vóru eisini koyrdir í arbeiðaralegur við ræðuligum umstøðum.
Eisini gjørdi týska hersetingarvaldið seg inn á nógvar dýrgripir í Grikkalandi, og nógv varð stolið.
Í 2016 kom ein kommissión, sett av griksku stjórnini, til ta niðurstøðu, at Týskland eigur at rinda Grikkalandi tilsamans 312 milliardir dollarar í endurgjaldi, (umleið 2060 milliardir í okkara krónum), skrivar Kringvarpið.
Men kravið um endurgjald gongur heilt aftur til 90ini, tá grikska stýrið byrjaði at seta tal á.
Grikkaland krevur endurgjald til offrini og eftirkomarir teirra.
Kravið fevndi eisini um, at fornfrøðiligar dýrgripir og lutir, ið týska hersetingarvaldið hevði stolið, skuldu latast aftur, aftur at endurgjaldi.
Týskland hevur tikið fulla ábyrgd av ógerðunum undir 2. heimsbardaga, og hevur fleiri ferðir biðið um umbering alment.
Men samstundis hevur Týskland tvíhildið um, at endurgjaldsspurningurin mótvegis hersettu londunum er avgreiddur. Griksk krígsoffur fingu eitt nú 115 milliónir D-markar í endurgjaldi í 1960.
Kortini hevur grikska stjórnin aftur kravt endurgjald frá Týsklandi. Grikski sendiharrin í Berlin handaði formliga kravið til týsku stjórnina herfyri.
Sambært JyllandsPosten er orsøkin til, at grikkar krevja endurgjald júst nú, at tjóðartingsval í Grikkalandi verður 7. juli. Sambært týskum miðlum er hetta ikki fyrstu ferð, at kravið til Týsklands um endurgjald verður blandað uppí eitt valstríð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald