Orsakað av skógareldum í Grikkalandi hava myndugleikarnir í dag heitt á borgarar í í minsta lagi fimm smærri býum nærindis høvuðsstaðnum Athen um at fara úr økinum, harímillum fólk á tveimum sjúkrahúsum í bygdini Penteli.
Í gjár vórðu borgarar eisini fluttir úr átta býum, harímillum 30.000 íbúgvar úr søguliga býnum Marathon.
Sambært talsfólki hjá sløkkiliðnum hava sløkkiliðsfólk strídst í alla nátt, men kortini hevur eldurin breitt seg skjótt. Í morgun stríddust 510 sløkkiliðsfólk við at basa eldinum við hjálp frá 152 akførum og 29 flogførum, skrivar Ritzau.
Grikkaland og onnur evropeisk lond hava verið rakt av fleiri skógareldum í summar, og myndugleikarnir í Grikkalandi ávara um, at umleið helvtin av landinum er í stórum vanda fyri at verða rakt av skógareldum orsakað av nógvum hita, hvirlum og turki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald