2025-06-26 17:06

Ein rættiliga stór grind var seinnapartin funnin út fyri Slættanestanga. Grindin verður mett at vera minst 100 hval, sigur Kristian Martin Joensen, sýslumaður við útvarpið.
Enn er óvist hvagar grindin fer.
Í Vestmanna er nóg mikið av grind eftir stóru grindina fyri tveimum vikum síðani, og soleiðis eisini í Kvívík og Leynum, har tað eisini er ókyrt í dag, og tí kann grind ikki drepast har, sigur sýslumaðurin.
Tað hevur verið umhugsað at reka grindina vestur til Bíggjar, men ivasamt er um veður er til tað. Heldur ikki eru líkindi at reka grindina suður gjøgnum Vestmannasund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald