2019-07-08 21:24
Í kvøld varð ein grind sædd út fyri Húsar á Kalsoynni.
Sambært Karl Johansen, sýslumanni, er talan um somu grindina, sum varð merkt í Gøtu í gjár, so einki verður gjørt við hana.
Les eisini: Grind merkt á Gøtuvík
- Talan er um 16 hval, harav fimm av teimum eru merktir, so allur bólkurin er friðaður, segði Karl Johansen við Portalin fyri løtu síðani.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald