placeholder
Innanlands

Grind út fyri Velbastað

Lítil grind á eini 20 hvalir er funnin út fyri Velbastað. Hon er ring at fáast við

Savnsmynd: Jn.fo

Savnsmynd: Jn.fo

2019-06-23 20:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrr í kvøld boðaðu fólk frá, at tey hildu seg síggja grind út fyri Kirkjubø. Hugt varð nærri eftir hesum og tað vísti seg at vera grind. Men ein lítil grind.

Eini 20 hvalir, og grindin er ring at fáast við. Hon kavar illa og liggur út fyri Velbastað í løtuni, upplýsir Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Tríggir bátar eru hjá grindini í løtuni, og fleiri eru ávegis. Um tað eydnast at fáa rakstur á, kann vera, at hon verður merkt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder