2019-05-29 09:16
Tað er grindaboð í Havn.
Vit frætta, at grindin er hampuliga stór, og at hon her kl. 09.15 lá beint út fyri bankabygninginum yviri við Strond, og kann væntast at verða hildin til í Sandagerði um eina løtu.
Bert einir tríggir fýra bátar vóru hjá grindini.
Dagføring: Tað út til, at tað eru tvær grindir. Ein er við Glyvursnes, og verður rikin móti Havnini, meðan tann, sum lá úti við Strond verður rikin niðaneftir.
Tað er ikki eydnast at fáa fatur á sýslumanninum enn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald