Innanlands

– Grindadráp ikki í ósamsvari við Djóravælferðarlógina

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum í svari til fyrispurning hjá Høgna Hoydal, sum spyr um skuldsetingarnar móti einum sýslumanni og grindaformonnum

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

(Savnsmynd: Silas Olofsson)

2025-11-28 12:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Tað er mín fatan, at grindadráp, sum fer fram eftir reglunum í grindalóggávuni, ikki er í ósamsvari við løgtingslóg um djóravælferð. Tað er somuleiðis mín fatan, at heimild er ikki at reisa ákæru fyri brot á løgtingslóg um djóravælferð, um treytirnar fyri grindadráp, ásettar í grindalóggávuni, annars eru hildnar. Bæði løgtingslóg um djóravælferð og viðmerkingarnar til løgtingslógina stuðla hesi fatan.

Soleiðis sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum í svari til § 52a-fyrispurning hjá Høgna Hoydal, tingmanni fyri Tjóðveldi.

Í sambandi við, at ein fyrrverandi sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri brot á Djóravælferðarlogina hevur Høgni Hoydal spurt landsstýriskvinnuna, um hon metir, at heimild er í lógini at reisa mál ímóti sýslumonnum og grindaformonnum í sambandi við at halda grind til.

Hann vildi eisini hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um grindadráp og onnur veiða av villini djórum er skipað í serstakari føroyskari lóg og reglum, sum ikki kunnu setast til viks av aðrari lóg.

Sirið Stenberg sigur, at grindadráp er at meta sum veiða, og hóast grind sum djóraslag er fevnt av yvirskipaðu meginreglunum í Djóravælferðarlógini, er umráðandi at skilja millum at veiða vill djór og avlíva tom djór.

– Grindadráp, sum verður útint í samsvari við tað, sum er ásett í løgtingslóg og kunngerð um grind og annan smáhval, lýkur ta treyt, sum løgtingslóg um djóravælferð ásetur, nevniliga at drápið skal avgreiðast so skjótt, sum tað ber til, og at hvalurin skal drepast so skjótt og pínuleyst, sum tað ber til, og við fyriliti fyri tí, sum í royndum letur seg gera, sigur Sirið Stenberg m.a.

Ein og hvør kann melda

Høgni Hoydal spurdi eisini, hvat landsstýriskvinnan ætlar at gera fyri at tryggja, at útlendskir felagsskapir ikki umvegis ákæruvaldið og løgregluna í Føroyum kunnu reisa mál um avgerðir og fyriskipanir, sum eru heimilað í grindalógini.

Til hetta svarar landsstýriskvinnan, at ein og hvør kann leggja slíkar spurningar fyri rættin til støðutakan, tí eingin lóg er vard fyri rættarligari roynd.

– Í øllum veruligum rættarsamfeløgum er tað ein grundregla, at ein og hvør kann reisa mál um avgerðir og fyriskipanir, sum galda í einum landi. Hetta er eisini galdandi fyri grindalógina, og at nokta fólki, føroyingum sum útlendingum, at boða frá broti á ávísa lóggávu, hevði verið at gjørt seg inn á eina av grundreglunum í einum og hvørjum rættarsamfelagi, sigur Sirið Stenberg at enda.

Alt svarið hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her

– Eiga at broyta lógina, um rætturin kemur til aðra niðurstøðu

Tað var í farnu viku, at tað kom fram, at fyrrverandi sýslumaðurin, Jens Jensen og grindaformenn eru skuldsettir fyri brot á Djóravælferðarlógina í sambandi við grindadráp í Hvannasundi.

Hetta var eftir at Høgni Hoydal fyrst spurdi fráfarandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen, um tað var rætt, at mál er reist móti einum sýslumanni og grindaformonnum.

Les eisini: Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri brot á Djóravælferðarlógina

Jóhan Christiansen hevur nú svarað spuringinum, og er tað eisini hansara fatan, at Grindalógin gongur framum Djóravælferðarlógina, men skuldi rætturin komið til eina aðra niðurstøðu, eigur at verða umhugsað at broyta lógina um djóravælferð, sigur hann.

– Talan er – mær kunnugt – um fyrsta mál av hesum slagi, og hetta er mál, sum hevur avgerandi týdning fyri rætt okkara at gagnnýta okkara náttúrugivna tilfeingi. Skuldi rætturin komið til ta niðurstøðu, at løgtingslóg um djóravælferð gongur fram um grindalóggávuna, eigur at verða umhugsað at broyta løgtingslóg um djóravælferð soleiðis, at tað verður greitt ásett, at hon ikki er galdandi fyri grindadráp.

Jóhan Christiansen er eisini samdur við Sirið Stenberg í, at tað stendur einum og hvørjum frítt at boða løgregluni frá brotum, sum mann metir seg kenna til.

– Hetta er grundleggjandi rættur í einum rættarsamfelag, og tað ber ikki til at avmarka henda rætt við teirri grundgeving, at talan er um serføroysk viðurskifti og serføroyska lóggávu.

Alt svarið hjá landsstýrismanninum kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder