Innanlands

Grindafelagið vil hava Vørn at kanna firðir

Felagið vil hava Vørn at seta kanning í verk av, um útgerð sum skal styggja hval liggur á botni aðrastaðni í Føroyum

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

(Savnsmynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo)

2026-05-06 17:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gindafelagið hevur sent myndugleikunum skriv, har heitt verður á Vørn um at seta í verk eina kanning av, um útgerð sum skal styggja hval, liggur á botni í Føroyum - serliga á økjum uttan fyri hvalvágirnar.

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv tílík útgerð funnin á havbotninum sunnanfyri Hvannaasund, og nú heldur felagið at kannast skal, um tað eisini er sett upp aðrastaðni.

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.

- Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út, sigur Grindamannafelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder