Enn eru tey ikki liðug við at telja upp og merkja grindina, sum varð hildin til á sandinum í Trongisvági um middagsleitið.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at tey meta grindina at vera einir 70 hvalir.
- Men hvussu grindin verður býtt og nær seðlarnir koma út, kunnu vit ikki siga enn. Vit koma við nærri boðum, so skjótt, sum vit hava fingið greiði á hesum, sigur Jaspur Vang.
Í Suðuroy er tað altíð so, at grind verður býtt í heimapartar. Hvussu vítt farið verður við býtinum, veldst um stødd á grindini.
Sýslumaðurin sigur, at drápið gekk væl. Tað tók einar 15-20 minuttir at fáa lívið av grindini, og í mun til, at talan var um nýggjársmorgun, so var heilt fitt av fólki við í drápinum. Talið av bátum var 12-14, upplýsir Jaspur Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald