Nú fáa ung aftur møguleika at læra um tilfeingi og gagnnýtslu av náttúruni, og hvussu vit kunnu liva og virka í samljóð við náttúruna. Virðini eru enn sum áður sjálvbjargni, burðardygd og persónlig menning.
Skúlin, sum er ímyndin av grønu leiðini, vendir sær í fyrstu atløgu til ung millum 17 og 25 ár. Á 16 viku langa skeiðnum í heyst fáa næmingar førleikar og íblástur til ein burðardyggan lívsstíl og til at liva grøna lívið.
Virðing, vitan og nýmenning
Hesi eru høvuðsevnini. Við virknari læring og náttúruni sum skúlastovu, nema næmingarnir sær kunnleika um umhvørvið og tilfeingið kring okkum.
Málið er at virka fyri, at komandi ættarlið við viðring fara at varðveita og endurbøta náttúruna.
Á Grøna Háskúlanum renna siðbundna og staðbundna vitanin um náttúruna saman við samtíðarrákum og nýggjastu gransking uttan úr heimi.
Háskúlin er rótfestur í náttúruni og tilfeinginum kring okkum. Frálæran er bæði ástøðilig og verklig, og er skipað í evnum við tí tilfeingi, ið árstíðin hevur at bjóða.
Saman við starvsfólkum á skúlanum, staðkendum fólki og serfrøðingum læra næmingarnir t.d. um plantufrøði, moldmentan og smálívfrøði. Um jarðarbrúk, velting og djórahald. Um umhvørvi, vistskipanir, lendisrøkt og lívfrøðiligt margfeldni umframt um burðardygd, etikk og djóravælferð.
Í gerandisdegnum verður dentur lagdur á at skapa góðar vanar at taka við á lívsleiðini. Vit seta spurningar, royna at ávirka og gera mun. Hugsað verður um heildina, alt meðan loysnir verða funnar til smáu yvirsæddu virðurskiftini í gerandisdegnum.
Skaffa, góðska og matgera
Innløgumentan, tað at fáa matin til høldar, og praktiskir førleikar í tí samhangi, hevur ein stóran leiklut í undirvísing og gerandisdegnum á skúlanum. Veiðan á opnum havi, á firðum, í fjøruni, á vøtnum og áum, í bønum, í bjørgum og í fjøllunum hoyrir heystinum til, og fer at fylla nógv saman við leskiliga grønmetinum av Sandi.
Alt tilfeingið skal takast upp og handfarast, hagreiðast, goymast, góðskast og gagnnýtast. Lært verur um reinføri og kostfrøði. Um handverk, mannagongdir, niðursjóðing og matgerð. Vit nýta allar sansir og lata okkum kveikjast og tølast, og vit læra at skyna mun á dygd. Íblásturin mennist, og skapanarhugurin birtist. Mentan, list, vælvera og vertskapur renna fagurliga saman í leskiligum heilsugóðum máltíðum, sum vit matgera og eta í felag.
Sjálvbjargni
Tá lært verður og skapa í felag, víðkast sjónarringurin av okkara felags tankagóðsi, kunnleika og hugsjónum. Næmingar menna áræði, hegni og førleikar at loysa ymiskar gerandisstøður, umframt evnini at breyðføða og lívbjarga sær sjálvnum.
Hesir førleikar stuðla næmingum í persónligu menningini og tilvitanini um eins egna leiklut í náttúruni, nærumhvørvinum og heimssamfelagnum, og vekja harafturat ans fyri, hvørja ávirkan hvør einstakur kann hava.
Háskúlalívið á vistarskúla
Tað er eitt sindur bygdasligt í Ísansgarði. Tað eru níggju kømur. Í neðra er køkur og hugnalig stova, har øll savnast til morgunmat og nátturða um kvøldið. Heitur pottur er í túninum, sum kann kyndast til felags løtur.
Náttúran er beint uttanfyri, stutt er oman á sand, til ein túr runt vatnið, og oyggin er ein tann besta til ein súkklutúr til grannabygdirnar. Heima á Sandi er bæði lista-, bóka- og fornminnissavn, á Meginskúlanum er svimjihylur, og møguleiki er fyri at royna seg við bæði kajakk og brimfjøl.
At ganga á Grøna Háskúlanum er ein virkin lívsháttur, har eingin dagur er eins. Trivnaðurin hevur hægstu raðfesting, og tað verður hjúklað um felagsskapin, ið er sjálv rótin, sum skal fáa alt at vaksa og fáa grønu hugsjónina at blóma.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald