Uttanlands

Grønland av álvara á politiska breddan í USA

Republikanski senatorurin Ted Cruz skipar fyri hoyring um Grønland seinnapartin - floksfelagin Buddy Carter hevur lagt uppskot fram fyri umboðsmannatingið um at geva Trump heimild til samráðingar við Danmark og um navnabroyting

2025-02-12 12:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

"Red, White and Blueland". Soleiðis skal Grønland eita, tá tað er keypt frá Danmark og komið á amerikanskar hendur.

Hetta heldur republikanski Buddy Carter, sum er í umboðsmaður fyri statin Georgia í amerikansku kongressuni.

Hann heuvr lagt uppskot fram fyri Umboðsmannatingið um at geva Donald Trump heimild til samráðingar við Danmark - og síðani um navnabroyting fyri Grønland.

- USA er aftur, og vil skjótt verða størri enn nakrantíð, skrivar Buddy Carter á X.

Eisini í hinum kamarinum av kongressini eru røringar, í mun til Grønland. 

Ted Cruz hevur áður stillað upp sum forsetavali. Hann er ein av republikansku senatourunum, og hann goymir ikki, hvussu stóran týdning hann heldur, at Grøland kann fáa - og helst skal hava - fyri USA.

Í hesum sambandi kallaði Ted Cruz í gjárkvøldið inn til hoyring um Grønland og tess týdning í Arktis og fyri USA.

Hetta er fyri at skapa meira kjak um tað, og møguliga fyri at taka eitt nærri fet móti at keypa landið. Fýra "vitnir" eru biðin um at koma.

Hoyringin um Grønland í Washington D.C. byrjar í dag, mikudagin 12. februar, klokkan 16 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder