Uttanlands

Grønland: Innlandsísurin bráðnar sjey ferðir skjótari enn væntað

Tað er eisini sjey ferðir skjótari enn í 1990'árunum, og tað eru áleið 200 tons fleiri árliga. Tølini eru frá nýggjari kanning í vísindaliga tíðarritinum Nature, ið ávarar um, at áleið 40 milliónir fólk fleiri enn væntað koma at uppliva vatnflóðir árliga

Mynd: Tórik Rúah

Mynd: Tórik Rúah

2019-12-11 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tann ferðin sum ísurin í Grønlandi smeltar við, svarar til at ein ísterningur á stødd við ein rúmkilometur bráðnar anan hvønn dag - talan er um sjey ferðir skjótari enn væntað frammanundan. Soleiðis lýsir viðurkenda vísindaliga amerikanska tíðarritið Nature støðuna.

Tað at so nógvir innlandsísur í Grønlandi hvørvur hevur ávirkan í nógvum støðum. Mett verður, at 40 milliónir fleiri enn áður væntað fara at uppliva vatnflóðir árliga. Talan er um fólk, ið búgva við sjóvarstrendir. 

Danskir granskar hava verið við í kanningini. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder