
Grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, sær møguleika í tættari samstarvi við ES.
Tað segði Jens-Fredrik Nielsen, landsstýrisformaður, á einum tíðindafundi í ES-tinginum í Strasbourg í dag.
Fyri fyrstu ferð skuldi ein grønlendskur landsstýrisformaður í dag halda røðu íES-tinginum.
- Vit eru fegin um tann stuðul vit fáa. Seinastu seks til átta mánaðirnir hava verið eitt sindur undarligir hjá okkum, fyri at siga tað milt, segði Jens-Frederik Nielsen, og sipaði til trýstið grønlendingar hava kent frá USA og Donald Trump, forseta.
Jens-Frederik Neilsen segði í Strasbourg í dag, at Grønland ynskir at samstarva við javnsett lond og altjóða felagsskapir, herundir ES.
- Vit ynskja meira samstarv og eitt strategiskt samstarv við ES. Tætt samband við ES og ES-londini kann vera til gagns fyri báðar partar, segði grønlendski landsttýrisformaðurin.
Grønland gjørdist 1. januar 1973 partur av evropeiska felagsmarknaðinum saman við Danmark. Men eftir eina vegleiðandi fólkaatkvøðu í Grønlandi, valdi Grønland at taka seg úr EF 1. februar 1985.
Og Grønland er ikki á veg inn í ES, staðfesti Jens-Fredrik Nielsen.
Ritzau skrivar, at ES serliga er áhugað í einum samstarvi um orku og ráevni, og Grønland er áhugavert, tí Grønland hevur nøkur av teimum ráevnunum, sum ES-londini eru áhugað í.
Eitt nú ráðevni, ið eru avgerandi fyri grøna skiftið, tí tey eitt nú verða brúkt í battaríum til elbilar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald