Innanlands

Grót fleyg millum húsini

Miseydnað spreinging í Sandavági í gjár

Tað var ikki bara smágrót, sum fór flúgvandi gjøgnum luftina í Sandavági. Eisini rættiliga stórir steinar (Mynd: jn.fo)

Tað var ikki bara smágrót, sum fór flúgvandi gjøgnum luftina í Sandavági. Eisini rættiliga stórir steinar (Mynd: jn.fo)

2019-02-21 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Grót fleyg í allar ættir, og skaði kom á fleiri hús nærhendis. Men tíbetur varð einki fólk rakt.

Skaðin kundi verið álvarsligur, tá ein spreinging millum húsa í Sandavági miseydnaðist í gjár, nakað eftir middag.

Í samband við útgrevstur til eini hús, miseydnaðist spreingingin, so at grótið fleyg oman yvir grannahúsini og gjørdi umfatandi skaða á eitt nú húsaklædningar og tøk.

- Tíbetur var einki fólk í námind, staðfestir vakthavandi á politistøðini.

Tey, ið standa fyri arbeiðinum hava nú fingið boð frá løgregluni at gevast við spreingiarbeiðinum til byggiplássið hevur fingið vitjan av Arbeiðseftirlitinum.

Fleiri myndir á jn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder