Um miðnáttarleitið fyrranáttina (t. e. náttin til fríggjadagin) mátti Poul Jóhannes á Húsamørk úr bilinum í einum av tunnlinum norð um fjall, tí grót var dottið úr loftinum. Koyrandi var ikki ígjøgnum tunnlilin, tí eins og sæst á myndini, var talan um rættiliga stórt grót.
- Tað hendir for ofta, sigur Poul Jóhannes á Húsamørk, sum greiðir frá at hettar ávirkar bygdalívið.
Grótið liggur enn í tunnlinum, men Poul Jóhannes á Húsamørk hevur flutt tað til síðuna, soleiðis at til ber at koyra aftur. Men hettar er ikki eindømi.
- Fólk tíma illa at koyra til bygdina, tí tey eru bangin fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Ikki bara tí grót fellir úr loftinum, men tí tunnilin er øgiliga smælur at koyra ígjøgnum, greiðir bilførarin frá, sum býr í Norðdepli frá. Hann leggur afturat, at fólk á staðnum hava livað við hesum í so nógv ár, at tað gersts ótolandi í longdini.
Fólk koyrir ígjøgnum tunnilin hvønn morgun og eftir arbeiðstíð, tí nógv fólk í Hvannasundi arbeiða aðrastaðni enn í bygdini.
- Vegurin er einvegis. Tað ger at ferðslan er ótolandi, tá nógv ferðsla er. Um ein bussur koyrur ígjøgnum tunnilin, er proppur í tunlinum, sigur Poul Jóhannes á Húsamørk at enda.
Tunnlanir norð um fjall eru tveir tunnlar, sum liggja ímillum Klaksvík og Norðdepil/Hvannasund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald