2023-02-16 14:02

Vága kommuna hevur í eina tíð arbeitt við at skipa grótbrotið í Sandavági sum vinnuøki. Áhugin millum vinnurekandi fyri hesum økinum er stórur.
Tí verður boðið til fundar á kommunuskrivstovuni í Sandavági hóskvøldið tann 16. februar klokkan 19.
Øll vinnurekandi, ið hava áhuga í at reka vinnuligt virksemi út frá grótbrotinum eru vælkomin á fundin, har nærri kunning um hvørjar ætlanir eru á økinum verða lagdar fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald