Innanlands

Grótu og skríggjaðu - onkur svímaði

Buldraligur flogtúrur hjá Atlantsflogi fríggjadagin

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-02-24 22:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fólk grótu og skríggjaðu, meðan onnur sótu sum steinrunnin. Flogternurnar komu við iltmaskum til nøkur ferðafólk, sum vóru svímað.

Tað sigur eitt ferðafólk, sum var við á fyrrapartstúrinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn, við VP, sum hevur skrivað um hendingina.

Nógvur vindur og keðilig ætt var fríggjadagin, og tað eydnaðist ikki at lenda í fyrstu royndini. Ferðafólkið greiðir VP frá, at tá flogfarið skuldi lenda og fleyg inn gjøgnum Sørvágsfjørð fekk tað brádliga ein harðligan sendara.

Fólk sum ikki sótu íbundin vórðu lyft upp úr stólinum og tað kendist, sum flogskiparin misti tamarhald á flogfarinum, sigur ferðafólkið.

Tá tað ikki eydnaðist at lenda, varð flogið yvir Mykinesi í ein tíma ella so áðrenn ein nýggj roynd varð gjørd.

Seinna lendingin var minst líka skelkandi sum tann fyrra. Tá flogfarið hevði sett seg sótu fólk sum steinrunnin, sigur ferðafólkið við VP.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, ásannar at hetta var ein av teimum innu góðu túrunum, men at trygdin var í lagi.

- Tað var kortini væl innanfyri tað, sum er í lagi, hóast tað kann hava kendst buldraligt fyri ferðafólkini, sigur Jóhanna á Bergi við VP.

Eitt flogfar hjá SAS lendi eisini um hesa tíðina, og tann túrurin var sum skilst eisini buldraligur, men har eydnaðist at lenda í fyrstu royndini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder