2018-09-04 20:16
Trý fólk vóru í morgun fyri grundlógaravhoyr klokkan 9 í morgun. Rættarfundurin var fyri dupult afturlatnum hurðum eftir umbøn frá ákæruvaldinum. Tað visti útvarpið í kvøld.
Tá rættarfundur er fyri dupult afturlatnum hurðum, er ikki loyvt at siga alment, hvør skuldsetingin er, men VP sigur seg hava frætt, at fólkini, tveir útlendingar og ein føroyingur, skulu hava smuglað meira enn eitt kilo av rúsevnum.
Sum skilst eru fólkini varðhaldsfongslað meðan nærri kanningar verða gjørdar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald