Nes kommuna hevur lýst eitt grundøki á Toftum til sølu, sum er ætlað til íbúðarbygging.
Talan er um grundøki á Lýðarsvegi á Toftum, sum er umleið 1.869 fermetrar. Ognin liggur sambært byggisamtyktini í B øki, sum er blandað bústaðarbygging, skrivar Nes kommuna.
Tað er upp til tey bjóðandi at koma við uppskoti um, hvussu byggingin verður skipað, og hvat slag av íbúðum verða bygdar. Hetta kann vera eigaraíbúðir, leiguíbúðir ella lutaíbúðir.
Tað er tó ein treyt, at hóskandi tal av íbúðum er í verkætlanini, og tað er fyrimunur, um byggingin er fjølbroytt við ymiskum íbúðarstøddum, har atlit verður tikið til umhvørvið og útsýnið.
Dentur verður lagdur á, at byggingin tekur seg væl út, er dygdargóð og fellur væl inn í landslagið, skrivar kommunan.
Grundøkið er óplanerað, og kommunalur vegur er nýliga gjørdur til grundøkið.
Freistin at lata inn skrivlig boð er mánadagin 5. juni klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald