Mentan

Grunge úr Alaska og elektroniskt úr Kina

G! Festivalurin kunnger forkunnugan tónleik

Frankfurt Helmet

Frankfurt Helmet

2025-04-15 11:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Veingjabreiðið hjá G! er, sum altíð, breitt, landafrøðiliga og tónleikaliga. Í dag kunnger festivalurin tveir bólkar, har annar kemur heilt úr Kina og spælir elektroniskan tónleik, og hin allan vegin úr Alaska og spælir grunge tónleik.

SunDog

Alt melur í klingur í lívsins ringrás, og sostatt eru vit komin runt aftur til 90'ini, tá ið grunge var í hæddini.

Heilt yviri úr Alaska kemur bólkurin SunDog, sum spælir grunge tónleik. Tað vil siga, at einki eitur at hava ov nógvan fuzz á gittarinum, og einki eitur, at tú ikki dugir at spæla. Góðu løgini eru tó meira enn vælkomin her. So gleð teg til eina ráa og ljómandi løtu, beint frá livrini, tá ið SunDog kemur á G!

Frankfurt Helmet

Gev einum føroyingi útgerðina, og bið hann gera elektroniskan tónleik. Hann skal nokk finna uppá okkurt! Men hvat ger ein kinesari? Hettar fáa vit høið til at finna útav, tá ið kinverski bólkurin Frankfurt Helmet kemur, allan tann langa vegin úr Kina, at framføra á G! Kom og uppliv forkunnugan elektroniskan tónleik á festivalinum.

G! Festival verður dagarnar 17. til 19. juli í ár. 

[object Object]
Sun Dog

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder