2018-09-03 14:32
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Guðrun Zachariassen er sett í fast læknastarv í Sandoyar Læknadømi.
Tað skrivar Sands kommuna á Facebook í dag.
- Guðrun er ikki ókend her um leiðir, hon hevur verið avloysari á Sandi seinastu tíðina. Hon kemur sostatt í starvið, sum Petur Højgaard hevur røkt í nógv ár, sigur kommunan.
Guðrun er sett í starv, frá 1. september, og tað merkir at nú eru bæði læknastørvini á Sandoynni mannaði. Jóna Hansen røkir hitt læknastarvið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald